Ferðsluóhapp í tunnli: Ljósini sløknaðu

Ein kvinna, sum var á veg gjøgnum Eysturoyartunnilin misti tamarhaldi á bilinum, tá ljósini brádliga slóknaðu

Eitt ferðsluóhapp hendi í Eysturoyartunnlinum í gjárkvøldið. Tað var um hálvgun áttatíðina, at ein bilur kom koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin. Áðrenn kvinnan, sum koyrdi bilin visti av nøkrum, slóknaðu ljósini framman, og hon misti tamarhaldi á bilinum.


Bilurin fór fyrst yvir í vinstra borð, har hon fór skavandi fram við vegginum, síðani rendi hann meira beint á veggin høgrumegin. Stutt eftir steðgaði bilurin og skelkaða kvinnan.


Løgreglan í Eysturoynni sigur, at tað eftir øllum at døma var ein sikring, sum fór, tí tað vóru bara ljósini framman, sum slóknaðu. Ljósini aftan lýstu sum vanligt.


Úr Runavík verður sagt, at bilurin fekk rættuliga stóran skaða. Kvinnan, sum koyrdi bilin, var harafturat meira heppin, tí hon fekk ongan skaða.