Fyrr í morgun, beint eftir klokkan hálvgum átta, tá ið morgunferðslan var upp á tað mesta, fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent í Kollafirði. Talan var um ein bilførara, sum rendi á ein garð við vegin yvir til Signabøar.
Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er í slíkum førum, men at síggja til, feilti honum einki. Men løgreglan sigur, at bilurin stóð illa fyri, so tey vóru á staðnum og leiddi ferðsluna, so at hon varð so lítið tarnað sum tilbar. Bilurin, sum rendi á, fór so mikið illa, at sløkkiliðið mátti eftir honum, og nú er hann førdur burtur av staðnum, so at ferðslan kann ganga ótarnað.