Ferðsluóhapp: Takið klipt av bilinum

Stutt fyri klokkan 10 í morgun hendi eitt heldur álvarsamt ferðsluóhapp í Leirvík.

Bilurin kom úr Klaksvik, og óhappið hendi, tá ið bilurin skuldi snara oman móti bygdini.

Kvinna rendi á ein parkeraðan bil, og fekk so mikið harðan stoyt, at bjargingarfólk máttu á staðið at klippa takið av bilinum. Eingi vitni vóru til ohappið.

Politiið hevur enn ikki tosað við kvinnuna og veit tí ikki, hvat hendi.

Konan er flutt á Landssjúkrahúsið, men enn er ikki greitt, hvussu støðan hjá henni er.