Ferðsluóhapp í Sundið

Sunnukvøldið um átta tíðina var eitt ferðsluóhapp úti í Sundið. Ein bilur við fýra fólkum fór útav vegnum, vegna hálku.
Á politistøðini upplýsa tey, at onkur av teimum ferðandi fór á skaðastovuna, tí viðkomandi hevði fingið heilaskjálvta. Bilurin hevði fingið stóran materiellan skaða.

Genta ákoyrd

Um hálvgum átta tíðina leygarkvøldið var eitt óhapp við frákoyringina Nesvík-Langasandur. Ein 13 ára gomul genta varð ákoyrd, og hon breyt beinið. Hon varð flutt á sjúkrahúsið, har hon liggur enn.
Annars verður upplýst av politistøðini í Havn, at ógvuliga friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Ongin liggjandi gestur hevur verið, og hetta kann kanska tykjast óvanligt, tí sum oftast er onkur, sum svevur í brummuni.