Ferðsluóhapp í Suðuroy í dag

Tveir bilar stoyttu saman og trý fólk flutt á sjúkrahúsið

Løgreglan fekk um 15:30 tíðina seinnapartin eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á vegnum millum Trongisvág og Øravík - sunnanfyri Salt Siloina. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan er um tveir bilar, sum koyrdu eftir landavegnum og sum síðani stoyttu saman.

 

 

Førarin í eina bilinum varð fluttur á Suðuroyar sjúkrahús til kanningar, og tvær gentur í hinum bilinum vórðu somuleiðis fluttar á Suðuroyar sjúkrahús. Tann eina gentan varð seinni flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu, greiðir vakthavandi á politistøðini frá. Løgreglan veit ikki meir frá óhappinum júst nú.