Ferðsluóhapp omanfyri Norðskála

Stutt fyri klokkan hálvgum sjey í kvøld var eitt ferðsluóhapp á vegnum omanfyri bygdina Norðskála. Einsamalli bilførarin fekk ongan skaða Lítli lastbilurin var á veg úr Havnini og inn í Eysturoynna, tá hann av onkrari ókendari orsøk brádliga sneiddi til høgru og beint inn í bilverjuna beint áðrenn Djúpakassa, sum er omanfyri Norðskála. Bilurin koppaði á og endaði á síðuni, og hevur fingið nakað av skaða. Førarin slapp óskalaður burtur úr óhappinum.