Ferðsluóhapp í Norðskálatunlinum

Norðskálatunnilin er stongur, eftir eitt ferðsluóhapp í tunlinum fyri løtu síðan. Løgreglan væntar ikki, at tað gongur long tíð, til tunnilin er opin aftur. Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp við eystara munna á Norðskálatunlinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at óhappið hendi, tá ein bilur, sum kom inn í tunnilin eystaru megin, rendi inn í tunnilsveggin.

- Meðan arbeitt verður við at fáa fólk úr bilinum og bilin úr tunlinum, er tunnilin stongdur eina løtu.

Løgreglan væntar ikki, at hetta fer at taka so langa tíð.

- Vit hava skilt, at tvey fólk eru í bilinum, og tey verða flutt á sjúkrahús.

Vakthavandi heldur ikki, at fólkini hava fingið álvarsligan skaða, men enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu.

Løgreglan biðir fólk ansa eftir hálku, sum kann vera á vegunum í kvøld.