Løgreglan fekk fyrr í kvøld eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
- Vit hava eina fingið fráboðan um eitt soloóhapp í Norðoyatunlinum, og hava sent ein løgreglubil og ein sjúkrabil á staðið, upplýsir vakthavandi.
Løgreglan veit ikki nógv meira at siga í løtuni, men upplýst verður, at undirsjóvartunnilin ikki bleiv stongdur fyri ferðslu, av tí at ferðslan ikki eru so nógv í kvøld.
In.fo fylgir málinum.