Løgreglutíðindi
Kvinnan fekk smærri løstir, og hon skal á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, tí hon hevur fingið ein stoyt í høvdið.
Bilurin fór illa og verður helst ikki gjørdur aftur.
Eina fráboðan um herverk fekk løgreglan í Suðuroy eisini. Tað var ein fullur maður í Vági, sum var farin at gera seg inn á ein bil í bygdini. Gerningsmaðurin er í hesum førinum tikin.