Ferðsluóhapp í Mjørkadalsbrekkuni: Skallabrot og heilabløðing

Tíðliga mikukvøldið var enn eitt ferðsluóhapp í Streymoynni. Hesuferð var tað í Mjørkadalsbrekkuni, norðanfyri Mjørkadal. Í hesi brekku er ein buður. Hann er ikki so krappur, men tað er her bilurin er farin oman av vegnum. Bilurin rakti ein stein, er farin runt og er so farin omanav. Og er tað júst hetta, ið hevur gjørt, at vanlukkan ikki gjørdist størri.
Tveir 18 ára gamlir dreingir vóru í bilinum, og tað var tann eini av teimum, sum sjálvur ringdi til løgregluna, og síðani gekk hann oman í Mjørkadal, so hann hevur verið hampuliga væl fyri.
Bilurin lá 25 metrar niðri frá vegnum niðri í eini á, og hann var sera ringur at finna. Um drongurin ikki hevði verið førur fyri at sjálvur ringt, so kundi bilurin framvegis ligið har uttan, at nakar hevði funnið hann, verður upplýst av politistøðini í Havn.
Hin drongurin, sum var við í bilinum, var tó verri fyri enn hin. Hann hevði skallabrot og eina lítla heilabløðing, men hann er tó uttanfyri lívsvanda.
Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin til vanlukkuna er.