Leygarmorgunin klokkan fimm fór ein bilur útav vegnum Millum Fjarða. Trý fólk vóru í persónbilinum, men eingin teirra fekk skaða.
Løgreglan í Runavík sigur, at bilurin koyrir suðureftir, tá førarin missir tamarhaldið á bilinum. Hann fer útav vegnum og ferðast einar hundrað metrar framvið vegjaðaranum, áðrenn bilurin steðgar í eini á undir eini brúgv.
Førarin var eftir øllum at døma ikki ávirkaður av rúsdrekka, og løgreglan veit ikki við vissu, hvør orsøkin til óhappið er.