Ferðsluóhapp millum bil og lastbil í morgun

Í morgun klokkan beint yvir 8 fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónbilur varð rendur á ein lastbil. Hetta hendi á Marknagilsvegnum, beint við Glasir. 



Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í morgunferðsluni rendi ein persónbilur upp í reyvina á einum lastbili og sum vera man fekk persónbilurin fitt av skaða. 

 

 

 

Eingin persónsskaði stóðst av hendingini, men materielli skaðin er nakað umfatandi.