Løgreglan hevur fyri løtu síðani fingið boð um eitt ferðsluóhapp á Lambareiði, sum er í Runavíkar kommunu.
Løgreglan og sjúkrabilur eru á staðnum, men enn fær løgreglan ikki sagt, hvat tað er, sum er hent. Vakthavandi hjá løgregluni sigur soleiðis:
- Mær vitandi er eingin fólkaskaði. Vit hava tó sent ein sjúkrabil á staðið, og tað gera vit altíð fyri at binda um heilan fingur. Fólk eru ikki altíð før fyri at meta um støðuna, og vit vilja ikki hava, at fólk skulu fáa skaðar eftirfylgjandi.
Ein bilur hevur í øllum førum rent á, sum tað sæst á myndini her.
##med2##