Leygarmorgunin um 9 tíðina hendi eitt ferðsluóhapp í Kunoyartunlinum. Tveir bilar rendu saman beint við sjálvan tunnilsmunnan. Førarin á bilinum, sum koyrdi inn í tunnilin, varð blendaður av sólini og sá tískil ikki bilin, sum var á veg út úr tunlinum. Teir rendu saman, og stórur skaði kom á báðar bilarnar, sum seinni vórðu drignir út av kranabili. Ongin fólkaskaði hendi tó.
LesarabrøvLesarabrøv