Sunnudagin var eitt ferðsluóhapp við parkeringsøkið á Kongabrúnni í Havn. Talan var um tveir bilar, sum rendu saman. Annar koyrdi út fyri hin av parkeringsøkinum.
Báðir bilarnir fingu stóran skaða, men ongin persónsskaði var tó. Kortini vóru báðir bilførararnir og fólkini, sum sótu í flutt á skaðastovuna til kanningar.
Bilarnir vórðu báðir sleipaðir burtur, og nakað av olju, sum var likin úr teimum, spulað vekk.
Eitt annað ferðsluóhapp var í Stoffalág sunnudagin. Ein bilur rendi á ein parkeraðan bil. Bilførari rýmdi av staðnum uttan at geva seg til kennar.
? Hetta er nakað, sum vit uppliva oftari og oftari, sigur vakthavandi.