Eitt ferðsluóhapp á Kambsdali mánamorgunin elvdi til stóran materiellan skaða. Men fólkaskaði var eingin.
Løgreglan í Runavík upplýsir, at talan var um eitt óhapp, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna.
Hann var á veg út av ídnaðarøkinum á Kambsdali og varnaðist ikki ein bil, sum kom koyrandi eftir høvuðsvegnum. Úrslitið var ein samanbrestur, sum gjørdi stóran skaða á bilarnar. Men persónsskaði var eingin, tað løgreglan visti um fyrapartin mánadagin.
Annars hevur vikuskfitið verið friðaligt í Eysturoynni, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Ítróttargalla við stórari veitslu var í Runavik um vikuskfitið. Har var nógv fólk savnað. Tey hugnaðu sær og høvdu tað stuttligt, og løgrelgan frætti einki meira frá tí, sigur vakthavandi.