Føstulávint er, og tað hevur eisini sermerkt vikuskiftið hjá politinum. Nógv full fólk eru koyrd heim, og fleiri hava eisini sovið á politistøðini, upplýsir vakthavandi í Havn Tveir mans eru tiknir fyri spirituskoyring í Havn um vikuskiftið. Annar varð tikin í samband við eitt óhapp tíðliga leygarmorgunin, og hin varð tikin í miðbýnum tíðliga í morgun.
Nýtt kanningartól
Politiðið gjørdi sunnunáttina grein 13 kanning í Hoyvík, har politiið fyri fyrstu ferð royndi nøkur nýggj skreening alcometur, har fólk ikki skulu blása í eitt munnstykki, men bara ímóti einum tóli.
30 bilar vórðu stegðaðir, men eingin koyrdi ávirkaður.
Innbrot í skúlum
Leygarmorgunin klokkan fýra varð løgreglan boðsend til eitt innbrot í Kommunuskúlanum í Havn. Fólk vóru skjót á staðnum, og tveir 18 og 19 ára gamlir unglingar vórðu handtiknir.
Í Hoyvíkar Skúla vóru seks rútar brotnir í morgun. Politiðið sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, og tey vænta at talan er um somu persónar, sum endurtaka brotsgerðina
Føstulávintsófriður
Harumframt hava tað verið eitt stórt tal av hálkuóhappum, onkur føstulávints ball eru endaði í balladu, nógv full fólk eru koyrd heim úr býnum, og støðin í Havn hevur havt fýra liggjandi gestir um vikuskifti