Neyðugt var at strongja tunlarnar Norður um Fjall í eina løtu í kvøld, eftir at tveir bilar rendu frontalt saman í Hvannasundstunlinum. Løgreglan fekk fráboðanina um ferðsluóhappið eitt kort til níggju í kvøld.
- Tá hevði viðkomandi koyrt suður um Hvannasundstunnilin, tí einki samband var inni í tunlinum. Viðkomandi hevði tá eisini verið á staðnum og staðfest, at eingin fólkaskaði var, so tað gekk ein løta frá tí, at óhappið hendi, til vit fingu fráboðanina, sigur vakthavandi.
Vakthavandi upplýsir, at tað er ikki heilt greitt hvat orsøkin var til óhappið, men at talan er um tveir bilar í vóru í einum frontalum samanstoyti.
- Persónarnir fingu ongan skaða, men bilarnir kláraðu ikki at koyra aftaná samanstoytin, og tí tók tað eina løtu at fáa bilarnar úr tunlinum, soleiðis at ferðslan aftur kundi koyra ótarnað, sigur vakthavandi.








