Leygardagin hendi eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum. Ein ungur maður hevði stolið bilin, og hann var ávirkaður av rúsdrekka. Umframt hetta hevði bilførarin ikki koyrikort.
Førarin varð fluttur á skaðastovuna, men hann var skjótt útskrivaður, tí hann hevði ikki fingið nakran álvarsligan skaða.
? Vit hava tikið mannin, og hann verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og innbrot í bil. Hann hevði roynt at stolið ein annan bil frammaundan, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, sum annars leggur afturat, at vikuskiftið hevur verið sera friðarligt í høvuðsstaðnum.










