Í tætta mjørkanum í gjar rendi ein persónbilur á buss, sum koyrdi norður móti Tvøroyri Nógvur mjørki var, og sýnið var stak vánaligt, tá óhappið hendi. Bussurin, sum var fullfermdur við ferðafólki, var júst farin um Hovsegg við kós móti Krambatanga og Smyrli. Personbilurin var á veg suðureftir, men helst hevur ferðin verið nakað meira, enn umstøðurnar loyvdu. Í øllum førum eydnaðist ikki bilinum at steðga áðrenn hann kom ov nær bussinum. Hugsingur er ikki hjá bussi og persónbili at koyra fram við hvørjum øðrum á smala vegnum, og tí gjørdist samanstoyturin veruleiki.
Eingin mansskaði stóðst av tilburðinum.