Ferðsluóhapp á Gøtueiði

Fyri umleið einum tíma síðani fekk politiið boð um eitt ferðsluóhapp á Gøtueiði.

Ein bilur skuldi snara til síðis, og bilurin aftan fyri hevur helst havt ov nógva ferð og rendi inn í fyrra bilin.

Bert bilførarin var í báðum bilunum, og hóast óhappið ikki var ógvusligt, vórðu báðir bilførarar fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Av politistøðini frættist, at ikki nógv meira er at siga um málið. Tað er ikki greitt, um hálka var ein orsøk til óhappið.