Ferðsluóhapp á Gálganum

Eingin fólkaskaði hendi, tá ein bilur fór út av vegnum norðanvert Gálgan millum Tvøroyri og Øravík, men bilurin fekk stóran skaða

Eitt ferðsluóhapp hendi á Tvøroyri um vikuskiftið. Ein bilur, sum kom koyrandi suðureftir, móti Øravík, fór á glið beint norðanvert Gálgan og fór út av vegnum.

? Bilurin fekk stóran skaða, men maðurin slapp so nøkunlunda snikkaleysur, verður sagt av løgreglustøðini á Tvøroyri.

Sýslumaðurin í Suðuroynni sigur við Sosialin, at bilførarin hevur verið serliga heppin í óhappinum.

? Bilurin er farin einar 100 metrar lutvíst í leysari luft og eisini er hann rullaður runt fleiri ferðir, men kortini er hann sloppin við einum lítlum heilaskjálvta og einum snuddi á nøsini.

Har bilurin fór út av, er slætt, men bleytt. Tað er kanska orsøkin til, at bilførarin er sloppin so snikkaleysur, sum hann gjørdi frá óhappinum.

? Men hann var so skitin, sum var hann komin beint úr kolanáminum av tí leysu moldini í vegjaðaranum, sigur sýslumaðurin at enda.