Eitt ferðsluóhapp hendi leygardagin undir Valaknúti, sum liggur einar 200 metrar áðrenn bygdina Skálafjørður. Um hálvgum fimm tíðina koyrdi ein maður í einum jeepi á veg norðureftir. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og misti av tí orsøk tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór niðan av vegnum og bóltaði runt, áðrenn hann endaði í vegjaðaranum. Løgreglan tók bilføraran við á støðina, har hann varð avhoyrdur og blóðroynd eisini varð tikin. Maðurin játtaði seg sekan. ? Tað var sera heppið, at ongin ferðsla var har beint tá, tí tað kundi lættliga staðist størri skaði av hesum. Fólkaskaði var ongin, men bilurin bleiv vrak, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Eysturoynni.