Ferðsluóhapp: Ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið

Ferðslan er tarnað í Søldarfirði nú orsaka av ferðsluóhappi.

Løgreglan sigur, at júst nú verður ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið orsaka av onkrum smáskaða í sambandi við ferðsluóhappið í Søldarfirði fyri góðum tíma síðani. 

 


Tveir treylarar rendu saman og tóku ein persónbil við sær í stoytinum. Eini treylarin er rullaður oman í túni hjá fólki, sum búgva í Søldarfirði. 

 

Les eisini: Tveir treylarar í ógvusligum samanstoyti í Søldarfirði

 

Løgreglan sigur, at tá ið sjúkrabilurin er farin avstað við tí skadda persóninum, verður treylarin á vegnum fluttur og ferðslan kann halda fram sum vant. 

 

Annars hevur ferðslan verið leidd eftir gamla vegnum í Søldarfirði og tað hevur skapt nakað av ruðuleika hesa løtuna.