Ferðslan í Vágum minkar í stórum

Ferðslan um flogvøllin í Vágum minkaði við einum fjórðingi í mars mánaði í ár samanborið við sama mánað í fjør. Afturgongdin fyri fyrsta ársfjórðing er meira enn 17 prosent Í mars mánaða hava tilsamans 13.371 fólk ferðast um floghavnina í Vágum. Hetta eru 24,9% færri enn í sama mánaða í fjør.

Fyrsta ársfjórðing í ár vóru tilsamans 36.810 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 17,4% færri enn sama ársfjórðing í fjør.

Í mars mánaða komu og fóru 317 flogfør. Tað er 30,3% færri enn í mars í fjør, tá 455 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrsta ársfjórðing komu og fóru 885 flogfør. Tað er 34,4% færri enn fyrsta ársfjórðing í fjør.

Í mars var samlaði flogfarmurin 54 tons svarandi til 7,1% minni enn í mars í fjør.

Fyrsta ársfjórðingin var samlaða farmamongdin 156,6 tons svarandi til 12,3% minni enn fyrsta ársfjórðing í fjør.