Ferðslan í Vági skal vera tryggari

Tað skal vera tryggari hjá fólki til gongu og tað skal vera tryggari hjá fólki í bili

Nú verður farið undir arbeiðið at gera eina ferðslutrygdarætlan fyri Vág.

 

Endamálið er at gera tað tryggjari hjá fólki til gongu og í bili, samstundis sum at tað skal ve ra lættari at flyta farm ígjøgnum bygdina

 

Tað eru Vágs kommuna, Løgreglan og Landsverk, sum eru farin undir ætlanina í felag, og hon fevnir um allan høvuðsvegin, heilt av Nesi á norðara landinum, inn á Oyrarnar á syðru síðu.

 

Teinurin fevnir sostatt um Nesveg, Marknoyrarveg, Vágsveg og Líðarveg, ið tilsamans eru 4,6 kilometrar langir.

 

Arbeiðið er skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki við umboðum fyri allar tríggjar samstarvspartar.

 

Arbeiðsbólkurin, ið skal kanna og lýsa ferðsluna á vegateininum og vísa á loysnir, fór beinanvegin at lýsa støðuna teir trupulleikar, ið eru á hesum vegateininum.

 

Eitt nú eru bæði ferðsluteljingar og ferðmátingar longu gjørdar ymsa staðni á vegnum og nú fer hann at mæla til, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Eisini skal spurnarkanning gerast um skúlaferðslu og ferðsluna til svimjihylin og ítróttarøkið.

 

Fyri at fáa so góðar loysnir sum til ber, verða eisini tveir borgarafundir í Vági. Tann fyrri verður beint eftir summarfrítíðina, og hin seinni verður í vetur, tá ítøkilig uppskot fyriliggja, sigur Landsverk.