Ferðslan í undirsjóvartunlunum økist

Ferðslan í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum økist alsamt. Í Norðoyatunlinum er miðalferðslan farin uppum 2.000 akfør í miðal um samdøgrið.

Miðalferðslan í 2012 var 2.048 akfør um samdøgrið, í mun til 1.992 akfør um samdøgrið í 2011.

Tilsamans koyrdu 747.368 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin í 2012 og 727.316 í 2011, ið er ein øking á 2,8%.

Í Vágatunlinum eru broytingarnar ikki stórar. Í 2012 var miðalferðslan 1.623 akfør um samdøgrið. Sama tal var 1.624 akfør/samdøgur í 2011.

Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 594.384 í 2012 og 593.178 akfør í 2011, ein lítil øking á 0,2%, ella 1.206 akfør fleiri enn árið frammanundan.

Sum framgongur av hesum tølum, lækkaði miðalferðslan meðan samlaða ferðslan hækkaði. Orsøkin til henda mun er, at 2012 var skotár.