Tað eru rembingartíðir í miðbýnum í Havn. Herfyri blivu aldargomlu trøini aftanfyri busssteðgistaðið saðað burtur, og beint nú er ongin ferðsla tvørtur um gamla Bank Nordik, ið nú stendur sum ein tómur kommunubygningur, tí at arbeitt verður á økinum við at gera eitt nýtt torg.
Nú er komið somikið væl áleiðis við arbeiðnum, at hegnið verður rundan um arbeiðsøkið verður flutt longur út á vegin. Hetta fer ferðslan í miðbýnum tó at kenna sviðan av ta komandi tíðina.
At hegnið verður flutt longur út á vegin merkir eisini, at bussbanin verður flutt longur út á vegin. Tað merkir, at bilar, ið koma koyrandi oman eftir Bøkjarabrekku, ikki longur kunnu draga til vinstru oman eftir Tórsgøtu, meðan arbeiðið verður fram.
Alt arbeiðið við nýggja torginum skal eftir ætlan verða liðugt á Ólavsøku í ár, sum er um ein knappan mánaða. So er spurningurin, um kommunan megnar at halda ásettu tíðarfreistir fyri síni byggiverk. Bæði við uppihaldstrappuni í Vágsbotni og við nýggju brúnni tvørtur um Sandá er sæð, at arbeiðini kunnu draga rættiliga langt út.