Í sambandi við Tórshavn Marathon og Fólkaheilsurenningina í Havn í morgin klokkan 13 -19, verður ferðslan avmarkað nakað á landsvegnum og inni í býnum.
Landsverkførðingurin siugr, at av trygdarávum verða vegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg, eftir Hvítanesvegnum til Kaldbaks og gjøgnum Kollfjarðartunnilin til rundkoyringina í Kollafirði stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum frá kl. 13.00 til 19.00. Víst verður til Oyggjarvegin, meðan renningin fer fram.
Ferðsla til og frá Kaldbak kann loyvast í avmarkaðan mun umvegis Kollfjarðatunnilin, um okkurt átrokandi er. Roknast skal við rennarum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak í tíðarskeiðnum kl. 14-17.
Átrokandi ferðsla til og frá Sundi, Hjalla, Hvítanesi og Hvítanesvegnum (síðuvegir íroknaðir) sleppur framvið vegsperrunum við at seta seg í samband við vaktirnar, og tá skal koyrast sera varliga, sigur Landsverk, sum heitir á allar bilførarar um at vísa tolsemi.










