Ferðslan í miðbýnum í Havn darvað

Vegarbeiði forðar ferðsluni á fleiri av stóru ferðsluæðrunum í miðbýnum í Havn

Í Hoydalsvegnum verður fjarhiti lagdur úr Gundadali og oman móti Finsen. Fyrst í hesum mánaðinum byrjaði arbeiðið við Effo-støðina í Gundadali og oman eftir Hoydalsvegnum. Fram til mai í ár verða øki av vegnum stongd, meðan arbeitt verður. Nakað av ferðslu er eftir Hoydalsvegnum, men komandi hálva árið mugu hesir bilførararnir finna sær aðrar leiðir gjøgnum býin.

 

Í dag er kommunan farin undir at betra um kloakkviðurskiftini í Sverrisgøtu, Tróndargøtu og parti av Dr. Jacobsens gøtu. Frá í dag til 7. novembur verður arbeitt í Sverrisgøtu og Tróndargøtu.

 

Síðani verður arbeitt á teininum millum Tróndargøtu og FK í miðbýnum. Hetta arbeiðið verður frá 8. novembur til 25. januar.

 

Seinasti teinurin er sjálv Tróndargøta. Tað arbeiðið verður gjørt frá 28. januar til 29. mars.

 

Kommunan boðar frá, at eisini á hesum strekkinum kunnu fólk vænta, at vegir verða stongdir, meðan arbeitt verður.