Ferðslan kostar milliónir


Tíðindaskriv
Ráðið fyri Ferðslutrygd
 
Í 2001 kostaði tað almennu Føroyum 243 milliónir krónur at dríva ferðsluna í landinum. Men samstundis hevði tað almenna 166 mió. kr í yvirskoti av ferðsluni, tí hon gevur so nógvar inntøkur í A-skatti, MVG og øðrum avgjøldum. Í 2001 vóru hesar inntøkur 409 milliónir kr.
Verður hugt at ferðsluvanlukkunum fyri seg, kostaðu tær føroyska samfelagnum í 2001 slakar 200 milliónir kr.
Til sammetingar kann nevnast, at sama ár vóru 40 millónir kr. nýttar beinleiðis at gera ferðslutrygdarábøtur á vegirnar, ella minni enn 10% av inntøkunum, sum samfelagið hevur av ferðsluni.