FERÐSLA
Ferðsluteljingarnar, sum vórðu gjørdar í Havn í fjør, vísa, at ferðslan er tvífaldað eftir tveimum árum. Hetta ger neyvan nakran, sum dagliga ferðast í býnum, bilsnan, tí mangan er ógvuliga trongt at koma fram í sjálvum miðbýnum, og nærum ómøguligt at finna eitt pláss at seta bilin. Fólk seta tí bilin frá sær alla staðni, ikki so sjáldan í túnum hjá fólki, sum býr í býnum.
Í miðbýnum veksur virksemið alsamt, fleiri handlar lata upp og nógvar umbyggingar eru í gongd í senn, men parkeringsplássini verða ikki fleiri. Tey fimm parkeringsplássini, sum eru komin afturat í Tórsgøtu, muna lítið. Og tá ið alt virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar verður savnað undir einum á Kongabrúnni, verður tørvurin á parkeringsplássum væl størri. Á Kongabrúnni kunnu bilar sum er standa í fýra tímar, men tekniska nevnd í býráðnum hevur nú samtykt at broyta tíðina til ein tíma ístaðin.
- Tað merkir, at starvsfólk hjá Tryggingini ikki fara at seta bilin har og onnur fólk ístaðin kunnu brúka hesi plássini, sigur Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Tekniska nevnd arbeiðir við at útvega fleiri pláss, og sum skilst eru stórar ætlanir í umbúna, sum fara at bøta væl um parkeringsviðurskiftini. Hvørjar ætlanirnar eru, vil formaðurin í teknisku nevnd ikki upplýsa enn. Talan verður møguliga um ein parkeringskjallara, og møguliga eisini at gera parkeringshús á havnarøkinum.
- Ferðslan í býnum er tvífaldað eftir tveimum árum, vit fylgja við og royna at nøkta tørvin, men tað kostar ógvuliga nógv at gera parkeringsøki, og onnur øki, sum eitt nú barnaansingin, verða sum er raðfest hægri. Ynskiligt hevði verið, at fólk brúktu meiri bussarnar, sigur Sjúrður Olsen.
Bilar og ferð
Teljingarnar, sum tekniska nevnd í Tórshavnar býráð hevur staðið fyri, vísa greitt, hvar mesta ferðslan er. Við Shellstøðina við Ringvegin fara nógv teir flestu bilarnir. Í juni, tá ið tann seinasta teljingin var, fóru 14.300 bilar um døgnið framvið í mun til 9.900 heystið árið fyri. Tá var Marknagilsvegurin ikki liðugur og tí fór stórur partur av ferðsluni oman í býin.
Við tyrluplássið Yviri við Strond koyrdu 4.200 bilar um døgnið í mai í fjør og um sama mundið á teininum millum Hoyvíksvegin og Hvítanesvegin 7.300 bilar um døgnið. Við rundkoyringina við Ítróttarhøllina á Hálsi koyrdu 9.500 bilar um døgnið í seinastu viku í juni í fjør, og við Sápufabrikkina við Eystara Ringveg koyrdu 8.200 bilar.









