Ferðslan í Havn

Terji Nielsen
Valevni fólkaflokksins til Býráðið í Havn

Tað er einki dulsmál, at ferðsluviðurskiftini í Havn ikki eru av teimum bestu. Serliga eru tað fótgangarar og fólk á súkklu, ið eru við sviðið soð. Umstøðurnar hjá hesum bólkum eiga at gerast betur.
Sitandi býráð hevur tikið stig til at gera tryggari skúlavegir. Gonguteigar, ið eru lyftir upp, eru gjørdir við skúlarnar, soleiðis at neyðugt er hjá bilførarum at minka um ferðina. Harvið gerst tað tryggari hjá skúlabørnunum at ferðast yvir um vegin. Hetta er eitt stig á leiðini. Kanska hevði tað eisini verið eitt hugskot at sett á stovn skúlapatruljur, har tey elstu børnini í skúlanum syrgdu fyri, at tey smærru komu trygt yvir um vegin uttan fyri skúlan.
Spurningurin er eisini, um tað ikke hevði verið eitt gott hugskot at stongt gongugøtuna og Dr. Jacobsensgøtu fyri ferðslu. Hetta er jú púra vanligt í øllum grannalondum okkara, so at fólk, ið eru til handils, kunnu ganga í frið og náðum í handilsøkjunum uttan at noyðast at hugsa um ferðsluna. Her krevst tó ein hugburðsbroyting, tí føroyingurin er nú einaferð soleiðis, at hann vil helst seta bilin beint uttan fyri handilshurðina.
Somuleiðis eigur býráðið at taka stig til, at umstøðurnar at ferðast á súkklu eru so góðar sum gjørligt, bæði hjá vaksnum og børnum. Í sambandi við býarplanlegging er neyðugt at hava súkklubreytir í huga. Nú nýggjur skúli verður bygdur í Hoyvík, haldi eg, at býráðið skal taka stig til, at súkklubreytir verða gjørdar millum skúlan og teir býlingar, ið skúlabørn-ini búgva í. Hetta hevði helst eggjað børnunum til at súkkla í skúla, og tað hevði lætt munandi um ferðsluna, og harafturat hevði tað eisini verið sunt fyri børnini.
Verið eg valdur í Tórshavnar Býráð, vil eg m.a. arbeiða fyri:
- at skúlabørnini hava trygt at ferðast til og frá skúla
- at ferðslan í miðbýnum verður tálmað munandi
-at fleiri vegforðingar verða gjørdar, har tær eru neyðugar, fyri at fáa bilførarar at minka um ferðina
-at umstøðurnar hjá fótgangarum og fólki á súkklu gerast betur
-fleiri fótgangarateigar verða gjørdir á støðum við nógvari ferðslu