Hóast tað hevur verið rættilig hált um alt landið í dag, hevur ferðslan eftir umstøðunum gingið væl. Tá Rás2 tosaði við vakthavandi á politistøðini í Havn tíðliga seinnapartin, søgdu tey, at ferðslan hevur gingið merkiliga væl, sum tey málbóru seg.
- Nøkur smærri ferðsluóhapp hava verið kring um í landinum, mest á landsvegunum, men talan hevur bert verið um smærri materiellar skaðar.
Hendingin, sum man hava verið ein hin ógvusligasta, var, tá ein bilur, sum koyrdi á vegnum í Kaldbaksfirði, fór út av og endaði á takinum.
Løgreglan sigur, at fleiri fólk vóru í bilinum, men tíbetur fekk eingin nakran skaða.
- Aðrir bilar eru eisini farnir út av ella eru endaðir skeivir á vegnum, men eftir umstøðunum hevur ferðslan gingið væl. Fólk koyra sum heild varisliga, og tað ger, at eingin fólkaskaði hevur verið, eins og materiellu skaðarnir eru avmarkaðir, sigur vakthavandi.
Lagt verður aftrat, at rættiliga nógv ferðsla er, nú tað stundar til jóla, og síðan kavin legðist, hava fleiri fráboðanir verið um smærri materiellar skaðar um alt landið.










