Ferðsla
Kavin, sum brádliga legðist leygarkvøldið og sunnunáttina, órógvaði ferðsluna og førdi til fleiri smærri ferðsluóhapp, serliga í høvuðsstaðarøkinum, men eisini kring landið
Løgreglan í Havn sigur, at hóast sera vánaligu koyrilíkindini, sum stóðust av stormi og kava sunnunáttina, kom tíbetur eingin fráboðan um álvarsligan mansskaða.
Aftur mánamorgunin, tá ið fólk skuldu til arbeiðis, vóru ring koyrilíkindi, og fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum vórðu avlýstar, serliga í Eysturoy.
Á Kambsdali var eingin skúlagongd, og sama var eitt nú á Oyrarbakka og Strondum.
- Vit mugu siga, at í mun til vánaligu koyrilíkindini - bæði sunnunáttina og nú í morgun við nógvari hálku og stundum nógvum vindi - hevur ferðslan gingið hampiliga væl. Vit hava fingið fleiri fráboðanir um smærri óhapp, men tíbetur hava vit ikki hoyrt um stórvegis mansskaðar.
Seinnapartin sunnudagin vóru eisini nøkur ferðsluóhapp, og millum hesi var ein bilur í Hósvík, sum fór skeivur á vegnum. Kvinna og maður vóru í bilinum, og kvinnan endaði á skaðastovuni við onkrum smærri snuddum í beinunum.
Løgreglan sigur, at tað gjørdist rættiliga hált í vikuskiftinum og í morgun, og tað ger tað ikki minni vandamikið í ferðsluni, tá bæði hált og nógvur vindur er.
- Jú, vit kunnu bara siga, at ferðslan eftir umstøðunum og líkindunum, sum hava verið, hevur gingið hampiliga væl, sigur løgreglan.