Ferðslan aftur í rættlag

Ferðsluruðuleiki hevur verið ein stóran part av seinnapartinum, men nú er glið komið á aftur Tvey ferðsluóhapp nú seinnapartin hava elvt til heilt alvorligan feðsluruðuleika.

Fyrra óhappið hendi í Leynatunlinum, har tríggir bilar vóru upp í og tað førdi til, at tvey fólk endaði á Landssjúkrahúsinum.

Tað førdi til, at tunnilin varð stongdur nokk so leingi, til alt varð ruddað av vegnum aftur.

Eina løtu seinni misti ein lastbilur nakað væl av mold á vegin í rundkoyringini uppi á Hálsi í Havn.

Seinnapartur fríggjadagar er tíðin, har ferðslan er av tí allarmesta, fyri ikki um at tala seinasta fríggjadag fyri jól.

Og tað sást eisini, tí eitt skiftið varð alt blokerað, heilt úr SMS til Hvítanesar og í allar ættir úr rundkoyringini.

Men eisini tað er ruddað aftur, so nú gongur ferðslan sum vant.