Jón Kragesteen
Bilar, sum standa parkeraðir fram við vegir, gera altíð ferðsluna ótryggari, tað veri seg í myrkri ella í dagslýsi. Sýnið verður verri og økið, sum koyrt skal verða á, verður smalri. Serliga eru tað tey smærru børnini, sum eru illa fyri, tey hvørki síggja - ella síggast upp um teir parkeraðu bilarnar.
Best var, um tað allastaðni vóru parkeringsøki, sum bara vórðu ætlað til tað eina, nevniliga at seta bilar á. Men so er ikki, og í nógvum førum er einans gjørligt at sleppa av við bilin við at seta hann í vegjaðaran.
Tá ið soleiðis er, má hetta verða gjørt við skili. Í fyrsta lagi skal ferðslulógin fylgjast: - at bilurin ikki verður settur, har parkering er bannað - og at bilurin einans má verða settur í høgru síðu. Skalt tú eini ørindi í ein handil, sum er hinumegin vegin, altso í vinstra borði, eigur tú annaðhvørt at seta bilin frá tær í høgru síðu og varisliga ganga yvirum vegin - ella tú vendir bilinum t.d. við næsta vegamót og koyrir mótsatta veg - og tá kanst tú parkera "hinumegin". Orsøkin til at sera væl má verða ansað eftir hesum er, at bilførarin jú situr í vinstru síðu í bilinum, og um parkerað verður í vinstru síðu, verður bilførarin fluttur longst burtur frá koyribreytini. Stendur so ein bilur framman fyri, er sera torført hjá bilføraranum at síggja út á vegin fyri hesum.
Eru parkeraðir bilar til ampa í dagslýsi, er kvaðna verri í myrkri. Tá sæst sjálvsagt verri, og harafturat kemur, at tú kanst verða blendaður av billjósunum.
Tíverri kemur tað ofta fyri, at bilar standa parkeraðir við høvuðsljósunum tendraður, tað er nær ella fjarljósunum tendraðum. Ofta er hetta uttanfyri handlar ella kioskir, har bæði nógv bilferðsla er og eisini nógv fólk, sum eru til gongu. Bilur, sum stendur parkeraður við høvuðsljósunum tendraðum, kann, um illa vil til, blenda somikið, at eitt fólk, sum er á veg yvirum koyribreytina, als ikki sæst, fyrr enn ov seint er. Og verri er, um bilarnir harafturat eisini eru parkeraðir í skeivari síðu, t.e. í móti koyri-rætninginum.
Hugsa um vandan, tá ið tú næstu fer skalt eini sneisaørindi í ein handil ella eina kiosk. Um tað ber til at seta bilin á eitt parkeringsøki, ger so tað!
Um tað ikki ber til, - set so bilin frá tær í høgru síðu í mun til koyrirætningin og minst til at sløkkja høvuðsljósini.
Og kemur tú koyrandi fram við einum handli, ella einari kiosk, har fleiri bilar standa parkeraðir: set ferðina niður, tí so fært tú tíð at bremsa, um okkurt skuldi hent.
Skalt tú yvirum vegin til gongu í einum slíkum stað, eigur tú at hava frammaliga í huga, at stórur møguleiki er fyri, at bilførarar als ikki hava sæð teg. Gakk tí varliga og stíg ikki út á vegin fyrr tú ert vísur í, at eingin bilur kemur.
Lisið upp í sendingin »Koyribreytin« í ÚF 12. november