Endurskin eru gjørd til allar næmingar frá fyrsta til og við fjórða flokki. Í einum faldara, ið er gjørdur til lærarar og foreldur, er evnið ferðsla og myrkur
Ferðsla í myrkri er 2 til 3 ferðir so hættislig, sum ferðsla í dagslýsi. Serliga eru tað fólk til gongu, ið eru í vanda fyri at verða yvirkoyrd av bilum. Ein vanlig misskiljing er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Men hjá bilføraranum er støðan hin øvugta. Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at lýsa upp, tað er 100 m - við nærljósum er tað 30 m.
Endurskin næstan 100%
Ljósini á bilum eru í veruleikanum ikki sterkari enn so, at einans tað, sum er ljóst á liti, verður sjónligt fyri bilføraran. Tí er sera avgerandi, hvønn lit klæði okkara hava. Eitt fólk í ljósum klæðum kastar umleið 80 prosent av ljósinum aftur, meðan eitt fólk í dimmum klæðum einans kastar eini 5 prosent av ljósinum aftur til bilin. Endurskin harafturímóti, er gjørt úr tilfari, sum megnar at kasta næstan 100 prosent av ljósinum aftur, sum lýsir á tað, aftur til ljóskelduna. Bestu ráðini eru tí at vera í ljósum klæðum, tá man gongur í myrkri, og at minnast til at nýta endurskin.
Kelda: Brot úr faldaranum "Vit síggjast 2001-2002"