Ferðsla drepur 1,3 miljónir fólk

ST hevur ásett ein altjóða minningardag fyri ferðsluoffur, og í ár verður hesin dagur hildin sunnudagin komandi. Árliga doyggja um allan heimin heili 1,3 miljónir fólk í ferðsluni. Tað vísa hagtøl hjá ST-felagsskapinum, WHO.

Eingin sjúka drepur fleiri ungfólk millum 15 og 29 ár enn ferðslan.

Fyrsta sunnudag í juli verður skipað fyri einum minningardegi fyri føroyingar, sum eru deyðir í ferðsluni. Í ár var hesin dagur 4. juli. Dagurin verður hildin við, at blómur verða lagdar út á støð, har fólk hava latið lív í ferðsluvanlukkum.

Eisini ST hevur ásett ein altjóða minningardag fyri ferðsluoffur. Í ár verður hesin dagurin hildin komandi sunnudag 21. november.

- Ein slíkur dagur gevur okkum møguleika fyri at hugsa um tey, sum eru farin og teirra avvarðandi. Føroyska samfelagið er lítið, og tí raka deyðsvanlukkur her hjá okkum sera meint.

Stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Sølvi Reinert Hansen, vísir á, at flestu munnu kenna onkran, sum er deyður ella er komin til skaða í ferðsluni.

- At ferðslan haraftrat, sum hagtølini vísa, serliga rakar ungfólk, ger hesar vanlukkur serliga svárar, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.