Ferðsla

Charlotta á Váli Olsen
Valevnið Miðflokksins í Suðurstreymi

Sum Havnin er voksin, er ferðslan vorðín ovurhonds stór. Tað er vorið soleiðis at bilarnir meiri ella minni hava yvirtikið býin. Gongur tú ein túr í býnum, mást tú alla tíðina ansa eftir bilunum. Vit eiga eina sokallaða gongugøtu í Havn, ja, eg má kallað hana "sokallaða", tí fyri mær er hon ikki meiri gongugøta enn aðrar gøtur. Eg kundi hugsa mær, at gongugøtan var "bilfrí", eins og í øðrum londum, at bert var av- og áskipan ein til tveir tímar um dagin, har bilar kundu koyrt vørur til handlarnir, annars eingir bilar í gøtuni. So hevði tú kunna hugna tær við at fari túr í gongugøtuni við børnunum, hugt í handlar, tosa við fólk o.s.fr., tað kanst tú ikki sum er, uttan ampa fyri bilunum.
Viðvíkjandi súkklubreyt-um undrar tað meg, tá kommunan hevur gjørt allar hesar nýggju vegirnar í býnum, at ikki er hugsa um súkklubreytir. Sjálv havi eg súkklu og børnini eisini, men satt at siga, tori eg ikki at fara út í trafikkin á súkklu, tí tú hevur ongan rætt, antin mást tú súkkla millum bilarnar ella millum fótfólki á gongubreytunum, tað kann ikki vera rætt!
Her má gerast nakað munagott, bæði við verandi vegir eins væl og nýggjar vegir.
Hetta vil Miðflokkurin arbeiða miðvíst fyri!
Set tí krossin við lista H ella eitt av valevnum tess!