Shah Mohammad Rais, sum gjørdist kendur um allan heim sum høvuðspersónur í bókini "Bókahandilsmaðurin í Kabul" hjá norsku tíðindakvinnuni Åsne Sejerstad, ætlar sær nú at skriva sína egnu bók.
Shah Mohammad Rais er sera misnøgdur við tað, sum stendur í bókini hjá norsku tíðindakvinnuni, tí hann heldur, at hon fer alt ov nær dagliga lívinum hjá bókahandilsmanninum og húski hansara. Hann sigur, at hann fer at skriva sína egnu bók, og at hann tá fer at lýsa tað, sum Åsne Sejerstad fekst við, meðan hon var í Kabul. Hvat hann fer at skriva, vil hann ikki siga.
"Bókahandilsmaðurin í Kabul" er týdd til seytjan mál og er komin út í fleiri londum. Í gjár kom hon út í USA, sjálvt um høvuðspersónurin hevði kravt, at amerikanska útgávan varð steðgað.









