Á ferð saman við Jógvan Andriasi

-

Í komandi viku kemur fløga við Jógvan Andrias Joensen. Hann er kanska ikki kendur av fjøldini, hóast hann hevur sungið og spælt vísur sínar í fleiri ár og hevur ferðast saman við vinmanninum Hanus G. Johansen. Eisini Jógvan Andrias er partur vinaflokkinum og tónleikaumhvørvinum rundanum Frændur og hann hevur eisini havt smærri leiklutir á onkrari av plátum teirra og plátuni Solo hjá Eyðun Nolsøe.

Seinnu árini hevur Jógvan Andrias verið í Noreg og er har komin í samband við dugnaligar tónleikarar. Hesir eru við honum í Føroyum og fara á pall saman við Jógvan Andriasi í vikuskiftinum. Edvard N. Debess tekur sær av bassinum.

Í kvøld syngur Jógvan Andrias vísur sínar í Atlantis í Klaksvík, væl stuðlaður av norsk/føroyska bólki sínum. Sunnukvøldið spæla teir á Meiarínum í Havn.

Fløguna venda vit aftur til í komandi viku. Sí annars samrøðu í blaðnum í dag.