Starvssetan
? Hetta fer ikki at fáa nakrar sum helst avleiðingar fyri meg.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, er púra vísur í, at hann situr púra tryggur í starvinum, hóast hann gjørdi Hans Johannus á Brúgv til stjóra á samanlagda sjómannaskúlanum og maskinmeistaraskúlanum.
Setanarnevndin, sum fyrireikaði starvssetanina metti, at tveir umsøkjarar vóru skikkaðir til starvið: Hans Johannus á Brúgv og Gestur Hovgaard.
Men hon metti, at Gestur Hovgaard var betri skikkaður og innstillaði sostatt hann sum nummar eitt.
Men landsstýrismaðurin gjørdi kortini av at seta Hans Johannus á Brúgv í starvið.
Hetta hevur fingið fleiri at bera hetta málið saman við eina aðra, tiltkina starvssetan, nevniliga málið, tá ið landsfornfrøðingurin varð settur í starv. Tá fylgdi Annlis Bjarkhamar, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, heldur ikki setanarnevndini og tað kostaði henni embætið.
Onki skeivt gjørt
Jógvan á Lakjuni vil ikki samanbera hesi bæði málini.
Tað einasta, hann er vísur í, er, at hann hevur púra onki skeivt gjørt.
Tað hevur hann eisini fingið trygd fyri frá løgfrøðingum.
? Tað er landsstýrismaðurin, sum setir starvið og tað ger hann einsamallur. Og so leingi hann setir starvið út frá sakligum fortreytum, er onki at finnast at.
Landsstýrismaðurin sigur at av tí, at talan er um eitt persónsmál, sum er fevnt av tagnarskyldu, kann hann ikki koma inn á smálutir í málinum.
Tí vil hann heldur ikki siga, hvør varð innstillaður, sum nummar eitt.
Men hann sigur, at setanarnevndin gav hon tvey nøvn, sum hon metti vóru skikkað at røkja starvið.
? Tað taki eg sum um at eg fái tvey nøvn at velja ímillum og eg havi so gjørt tað, eg havi fulla heimild til og tað er at velja annað burturúr.
Hann sigur, at tað, sum hann serliga legði dent á, tá ið hann setti starvið, vóru leiðsluroyndir og tí gjørdi hann av at seta hans Johannus á Brúgv í starvið.
Hann vísur á, at tað er landsstýrismaðurin, sum setir starvið og sum hevur ábyrgdina av starvssetanini.
? Skulu setanarnevndir fylgjast treytaleyst, er tað ongin orsøk til at tað skal vera landsstýrismaðurin, sum setir starvið. So kann tann myndugleikin bara liggja hjá setanarnevndini eisini, leggur hann afturat.