Nú summarferian er av, fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at kalla fakfeløgini á fund at tosa um eitt rættiliga eldfimt mál. Hann ætlar nevniliga at tosa við tey um at frásiga sær ein partt av verkfalsrættinum.
Tað er eitt mál, landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri eftir at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum enn einaferð vórðu rakt av einum verkfalli hjá Pedagogfelagnum. Pedagogarnir vóru í verkfalli bæði í 2017 og í ár, og báðu ferðirnar rakti tað viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum, og tað varð enntá boðað frá, at lív og heilsa var í vanda hjá onkrum av teimum, tí tey fingu ikki ta hjálp, sum var neyðugt.
Longu eftir verkfalli í 2017 varð tosað um at fáa eina skipan, so at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum ikki skuldi svíða í einum verkfalli, men tað kom einki burtur úr. Men eftir verkfallið fyrr í ár, hevur landsstýrismaðurin á økinum sett sær fyri, at ein skipan skal finnast og hann hevur áður boðað frá, at eydnast tað ikki at finna eina skipan í semju við fakfeløgini, er hann til reiðar at gera tað við lóg og at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um tað.
Hetta er eitt rættiliga eymt mál fyri fakfeløgini, tí tey vilja ikki undir nøkrum umstøðum góðtaka, at verkfalsrætturin verður skerdur, tí verkfall er einasta vápn, tey hava í ósemjum við arbeiðsgevararnar.
Nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, tóku fleiri tinglimir tóku hendan spurningin fram og tey vóru samd um, at hetta er eitt mál, sum SKAL loysast. Tey vilja ikki góðtaka, at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum verða rakt í einum verkfalli eina ferð afturat.
Men tey eru eisini greið yvir, at skulu fakfeløgini siga verkfalsrættin frá sær á hesum øki, verður tað neyðugt at geva teimum eitt lønarískoyti fyri tað.
Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur ikki slept málinum, men at hann fer at kalla avvarðandi fakfeløg til fundar um málið, og tað verður sum skjótast, nú summarferian er av.
Hann væntar, at tey fáa eina semju tí tað er hansara fatan, at eisini fakfeløgini vilja hava eina fasta skipan, so at tey sleppa undan at taka støðu til, hvør hevur tørv á hjálp, og at fólk, sum eru bundin at hjálp, kanska ikki fáa hana.