Einskiljing av Fiskavirking
Tað fer neyvan at loysa seg hjá einum nýggjum eigara, at lata nøkur av virkjunum hjá Fiskavirking standa tóm.
Tað heldur løgmaður.
Nú ætlanin er at einskilja Fiskavirking, eru nógv fólk kring landið, sum eru ótrygg og stúra fyri, hvat fer at henda við virkinum í teirra øki.
Tað er ikki so undarligt, heldur løgmaður, tí virkini hjá Fiskavirking hava stóran arbeiðsskapandi týdning kring landið.
Samstundis ásannar løgmaður, at politisk myndugleikin hevur ikki nakra sum helst ávirkan á einskiljingina av Fiskavirking.
Tað er Framtaksgrunnurin sum eigur Fiskavirking og tað er hann, sum einsamallur ger av, hvussu farið verður fram. Sostatt hevur landsstýrið onga ávirkan á Framtaksgrunnin, sigur løgmaður.
Kortini heldur hann ikki, at tað er serliga sannlíkt, at virki fara at vera stongd.
Tað er neyvan góð forrætning at keypa eitt virki fyri at hava tað standandi tómt, heldur hann.
Verður Fiskavirking selt og nýggi eigarin ikki hevur brúk fyri onkrum av virkjunum, er tað neyvan nøkur forrætning í at varðveita virkið, tí so verður tað ein byrða fyri eigaran ístaðin fyri eitt íkast til raksturin, sum kann hjálpa til at fáa íløguna at kasta nakað av sær.
Løgmaður heldur sostatt, at verður Fiskavirking selt undir einum, og er okkurt virki uppi í, sum nýggi eigarin ikki hevur brúk fyri, fer hann ivaleyst at selja tað fyri ikki at tyngja raksturin við einum deyðum rakstrargagni.
Er tað ikki júst tað sum er hent í ávísum førum. Eitt nú hevði Fiskavirking virkið í Vági stongt í fleiri ár, men noktaði at lata øðrum tað, uttan til virksemi, sum ikki var í kapping við Fiskavirking?
Tað er rætt, men eg ivist í um tað er í samsvari við nýmótans vinnulig prinsipp, tí tað er ongin vinningur í tí. Sostatt bendir alt á, at ein nýggjur eigari av Fiskavirking fer at hava eitt annað stavnhald við Fiskavirking, enn Framtaksgrunnurin hevur havt.
Prísurin nógv fallin
Fyri einum ári síðani bjóði eitt samtak av reiðarum 115 milliónir fyri Fiskavirking og eitt annað samtak bjóðaði 47 milliónir fyri Fiskasøluna. Tá tók Framtaksgrunnurin ikki av, men legði Fiskasøluna undir Fiskavirking. Nú hevur so sama samtak av reiðaum bjóðað 80 milliónir fyri samlaðu fyritøkuna, altso bæði Fiskavirking Fiskasøluna. Er tað ov seint at selja Fiskavirking?
Jóannes Eideasgaard vísir enn einaferð á, at tað er Framtaksgrunnurin einsamallur, sum varðar av Fiskavirking. Tí eru hetta viðurskifti, sum landsstýrið onki veit um og sostatt er hann ikki nóg væl inni í málinum til at hann kann svara spurninginum.
Hann staðfestir kortini, at høvuðsvinnan hevur havt trupulleikar og tað stimbrar ikki uppuundir søluprísin. Men er prísurin upp á 80 milliónir eftirfarandi, má staðfestast, at virðið er nógv fallið seinasta árið.
Tað kann eisini staðfestast, verður samanborið við virðið, sum upplýst varð, at Fiskavirking hevði fyri nøkrum árum síðani, eru 80 milliónir bara ein brotpartur av tí.
Men tað er eisini ein sannroynd, at í fiskivinnuni gongur upp og niður. Og tað er eisini Framtaksgrunnurin, sum einsamallur ger av, um Fiskavirking verður selt yvirhøvur, tí heldur hann, at boðini ikki eru nóg góð, kann hann avlýsa søluna.
Í Sosialinum um vikuskiftið helt Tummas Arabo, sum var høvuðsmaður aftanfyri Fiskavirking, at endar hetta við, at Fiskavirking nú verður selt fyri helvtina av tí, sum tað kundi verðið selt fyri fyri einum ári síðani, átti tað at fingið avleiðingar.
Tað er so eitt sjónarmið, sum eg ikki havi fleiri viðmerkingar til, sigur Jòannes Eidesgaard.









