Tað gekk skjótt hjá Andrassi Holm Arge at fáa nýtt starv.
Fyrst í juni í ár fór hann frá sum stjóri á Brúkaraumboðsstovuni, og longu nú hevur hann fingið starv sum deildarleiðari á Búnaðarstovuni.
Tað starvið varð lýst leyst, tá ið Hákun Steingrímsson fór í annað starv.
Tíggju umsóknir vóru til starvið. Búnaaðarstovan ynskti sær at fáa ein deildarleiðara, sum var løgfrøðingur og hevði royndir frá málsviðgerð og leiðslu innan almenna fyrisiting.
Umframt at hava arbeitt sum advokatfulltrúi, undirvíst í løgfrøði, hevur Andrass havt leiðandi størv bæði innan privatu vinnuna eins og innan tað almenna.










