Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer ætlandi fyrst í komandi viku at gera av, hvussu stór føroyska eginkvotan av makreli verður í 2011. Nú samráðingar millum strandalondini um makrel enn einaferð eru endaðar úrslitaleysar, fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at tosa við samráðingarfólkini, sum hava verið við í teimum samráðingum, sum verið hava.
- Vit fara nú at eftirmeta støðuna, og síðan fari eg at taka støðu til, hvussu stór føroyska eginkvotan av makreli verður í 2011.
Jacob Vestergaard sigur, at hann samstundis fer at lata umheimin vita, hvør føroyska støðan er, og hví Føroyar eru komnar til hesa niðurstøðu.
Nú heildarkvotan er nakað størri í ár enn í fjør, er ikki óhugsandi, at føroyska eginkvotan av makreli eisini verður nakað størri í ár
ICES hevur mælt til, at heildarkvotan av makreli í ár verður 646.000 tons, og í fjør kannaðu Føroyar sær 15% av kvotuni.