Fer í Landsrættin

28 ára gamli maðurin, ið er dømdur hálvtannað ára fongsul fyri at hava sett eld á Marco Polo, hevur nú kært dómin fyri Landsrættin

Tann 28 ára gamli maðurin, sum seint á heysti í fjør varð skuldsettur fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo og, sum fyri stuttum varð dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing fyri brotsverkið, hevur nú valt at fara í Landsrættin við málinum.

Maðurin hevur alltíðina sagt seg vera ósekan í ákærunum móti honum.