Ferðkanningar Yviri við Strond

Havn: Fríggjadagin gjørdi politiið í Havn nakrar ferðkanningar Yviri við Strond í Havn. 12 bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tann eini koyrdi 95 km/t, sum er alt ov skjótt á bygdum øki.
Annars letur politiið væl at vikuskiftinum. Tað hevur verið friðarligt, og bert tveir hava verið í brummuni og gist.
Nøkur smærri herverk hava verið í miðbýnum, og onkrir bilar høvdu fingið snuddir.