Schandorff Vang
????????????????
Útlendingamálið tekur nógva tíð í hesum døgum, men tykist landsstýrismaðurin ikki at skilja støðuna - og kanska eisini gloyma partar av útlendingalógini.
Svarið til Anitu á Fríð-riksmørk í Sosialinum 21. september eigur at skelka mangan lesara. Tað má vera okkurt, sum treingir sera spakuliga inn.
Endamálið við umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi
Tað er kanska nevnt fyrr, men lat meg taka aftur í aftur.
Allir útlendingar (ikki norðurlendingar), sum koma til Føroya at arbeiða skulu søkja um uppihalds- og arbeiðsloyvi. Fyrr enn játtandi svar er komið frá Útlendingastýrinum, kann útlendingurin ikki byrja at arbeiða.
Við umsóknini skal vera ein arbeiðsgevaraváttan, sum ikki er eldri enn 30 dagar. Vanligt er, at arbeiðsgevaraváttanin er galdandi eitt ár fram, t.v.s. fyri tíðarskeiðið, sum útlendingurin søkir um loyvi til.
Flestu útlendingar koma til Føroya fyri at forvinna pening og royna eina aðra tilveru, sum er betri enn í heimlandinum. T.v.s. at hesir útlendingar bert eru knýttir til Føroyar við arbeiðsloyvinum og skulu sostatt av aftur landinum, um onki arbeiði er at fáa.
Tá landsstýrismaðurin sigur, at lógin er soleiðis, "at arbeiðsloyvi eru fyribils...Loyvini galda vanliga eitt ár í senn. Tá enda loyvini. Vil útlendingur verða longur, skal hann søkja av nýggjum", so er tað púra rætt. Men hvat hendir?
Útlendingurin søkir av nýggjum, "tí hann vil verða longur", og fyri at umsóknin - undir øllum umstøðum - kann vinna frama, skal ein váttan frá arbeiðsgevara fylgja við. Honum skal verða játtað arbeiði fyri tíðarskeiðið, hann søkir um uppihaldsloyvi.
T.v.s. arbeiðsgevarin hevur valt at seta henda útlendingin í starv, tí arbeiðsgevarin metir, at tørvur er á arbeiðsmegini.
Tað, sum landsstýrismaðurin í roynd og veru ger, er at strika hesa arbeiðsgevaraváttan. Hann sendir bræv til fútan um, at hann metir, at brúk er ikki fyri slíkari arbeiðsmegi í landinum. Hesi boð fylgja við til Útlendingastýrið, sum vanliga fylgir boðunum úr Landsstýrinum. Í slíkum føri verður svarið til umsøkjaran eitt nei.
Upprudding
Eisini sigur landsstýrismaðurin "...so hevði eg ikki havt annað í at velja enn at latið uppruddingararbeiðið halda fram, tí vit hava skyldu til at rætta tað, tá vit síggja at nakað er blivið skeivt í mun til lógina."
Álvaratos - hvat er tað fyri upprudding talan er um? Skal samfelagið dustsúgvast og reinsast fyri útlendingar?
Ger landsstýrismaðurin sína skyldu, tá hann uttan nakað ógildar ein arbeiðsgevaraváttan, sum er grundarlagið undir umsókn um uppihaldsloyvi?
Kannar landsstýrismaðurin gjøllari umstøðurnar hjá útlendingunum, áðrenn hann ógildar arbeiðsgevaraváttanina? Tað sýnist ikki so, sambært teimum tveimum reglunum, sum hann skrivar sum fylgiskriv til Útlendingastýrið - tær báðar reglurnar, sum kunnu oyðileggja tilveruna hjá umsøkjaranum.
Tað sýnist ikki, sum um landsstýrismaðurin hyggur eftir grein 26 í Útlendinga-lógini. M.a. í stk. 1, pkt. 1 - udlændingens tilknytning til det danske samfund (samstundis eisini føroyska samfelagið), ella pkt. 5 - udlændingens manglende eller ringe tilknytning til hjemlandet eller andre lande, hvor udlændingen kan ventes at tage ophold, ella pkt. 6 - risikoen for, at udlændingen uden for de i § 7, stk. 1 og 2, nævnte tilfælde vil lide overlast i hjemlandet eller andre lande, hvor udlændingen kan ventes at tage ophold.
Grein 7, stk. 1, er um flóttafólk. Stk. 2 umfatar vandan í at vera sendur aftur til heimlandið ella tað landið, sum framhaldandi uppihald skal verða í. M.a. vandan fyri "...umenneskelig eller nedværdigende behandling..."
Hevur landsstýrismaðurin kannað, hvørjar umstøður útlendingarnir koma í, um teir fara aftur til heimlandið? Er nakað kannað, um teir ikki enda júst í støðuni, sum førdi til, at teir leitaðu sær eina "betri" tilveru í Føroyum - ella um støða teirra versn-ar?
Tað hongur ikki saman
Tosað hevur eisini verið um, at ein orsøkin er tað nógv vaksandi arbeiðsloysið í landinum. Tað er eisini munur á, hvussu man lesur nógv vaksandi arbeiðsloysi. ALS hevur kunnandi hagtøl á heimasíðuni, sum greitt vísa, hvønn veg tað ber.
Talvan 1992-2002 vísir syrgiligu støðuna, sum vit høvdu. Har sæst, at talan er um stórt tal av fólki. Sjálvgjørda talvan vísir støðuna frá januar til og við juni 2002-2004.
Um vit rokna í prosentum fáa vit høgt tal, men er talan um tal av fólki, so er myndin heilt ein onnur.
Samanumtikið vísir myndin greitt, at vit hava størri niðurgongd í mai-juni í ár enn í 2002 og 2003. Hvussu kann tað hanga saman við, at landsstýrismaðurin sigur, at okkum ikki tørvar útlendsku arbeiðsmegina?